Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðsfundurin verður fluttur

klaksvik.fo

Mánaðarligu fundirnir í Fíggjarnevndini og Býráðnum verða hesaferð fluttir eina viku.

Nevndarviðgerðin av málum í Klaksvíkar Býráð gongur fyri seg í mánaðarliga nevndarumfarinum, sum endar við fundi í Fíggjarnevndini og Býráðnum. Nevndarumfarið í apríl byrjar í komandi viku, men hesaferð verða teir báðir seinastu fundirnir útsettir eina viku. 

Sostatt verður fundurin í Fíggjarnevndini, sum skuldi vera 24. apríl, fluttur til 1. mai, og býráðsfundurin, sum skuldi vera 26. apríl, verður fluttur til 3. mai. 

Yvirlit sæst eisini í politiska kalendaranum á forsíðuni á heimasíðuni www.klaksvik.fo.