Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Býráðslimur syrgdi fyri at egin arbeiðsgevari fekk loyvi hóast umsitingin hjá Kommununi mælti frá

John William Joensen

Á býráðsfundinum hóskvøldi var Kristian Eli Zachariasen fyri aðru ferð avgerandi atkvøðan, tá býráði beint ímóti tilráðing frá umsitingini samtykti at geva alifyritøku loyvi at innihegnað bryggjuna, sum liggur niðanfyri fyrrverandi Krivjuvirkið, sum nú skal brúkast til Landstøð hjá alibrúkunum undir Kunoynni.

Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur luttók í viðgerini og var avgerandi atkvøðan, baði í Býráðnum og í Havnanevndini. Sambært heimasíðuni hjá Bakkafrost er Kristian Eli Zachariassen í starvi sum “Group Manager IT, Process Management & Surveilance” hjá alirisanum. Sí her
 
 
FUNDARBÓK HAVNANEVNDIN:

Frágreiðing um málið:
Bakkafrost hevur enn eina ferð vent sær til kommununa við umsókn um at fáa loyvi at brúka partar av vestara havnalagnum, frammanfyri Kryvjing, til landstøð. Talan er um eina atløgusíðu á uml. 50 metrar, sum skal girðast inni, soleiðis at øll ferðsla verður hildin burtur frá økinum, og í staðin verður atgongd til og frá bryggjukantinum og beinleiðis inn í húsið. Víst verður til viðheftu umsókn, uppskot 1
Umsitingin hevur verið á fundi við umboð fyri Bakkafrost og Heilsufrøðiliga Starvsstovuna, har tey upplýstu, at um ikki økið kann verða varandi avbyrgt, fær Bakkafrost ikki umhvørvisgóðkenning og harvið heldur ikki loyvi at seta smolt út á aliøki A-12, sum er undir Kunoyarnesi.
Samband hevur verið millum kommununa og Bakkafrost um at finna eina loysn á trupulleikanum, men hetta hevur ikki eydnast.
Kommunan hevur í fleiri umførum víst á, at kravið um at læsa økið av ikki kann gangast á møti, og hevur roynt at vísa á aðrar møguleikar fyri staðseting av landstøð. T.d. hevur verið víst á økir uttanfyri bygt øki á Grótrætt og Strond, men hesi hava ikki havt áhuga hjá Bakkafrost at arbeiða víðari við.
Eisini er roynd gjørd at finna onnur hølir á økinum við vestara havnalag, men hetta hevur heldur ikki borið á mál.
Umsitingin metir tað sera óheppið at byrgja økið á havnalagnum av. Havandi í huga, at annað virksemi er í økinum, sum javnan hevur tørv á ferðslu eftir bryggjuni.
Bakkafrost hevur boðið sær til at hava økið opið ávísar dagar, t.d. á Norðoyastevnu, men hetta er bert talan um 2-3 dagar árliga.
Um so er, at umbønin frá Bakkafrost verður gingin á møti, verður mælt til at hetta verður at galda í mesta lagi fyri trý ár, og at leigugjald verður ásett í mun til økið, sum verður avbyrgt. Samstundis skal Bakkafrost koma við ítøkiligari ætlan um, hvar og hvussu framtíðar landstøð skal skipast fyri aliøkið A-12……….
Ein meiriluti: Tummas J. Lervig, Kristian Eli Zachariasen og Óli M. Lassen mælir til at geva fyribilsloyvi, ið ikki kann endurnýggjast, til økið frá 1. november 2018 til 1. mai 2021, treyta av at økið verður opið tá almenn tiltøk eru í kommununi við tilknýti til havnaøkið við landstøðina. Samstundis verður heitt á Bakkafrost um at koma við uppskoti til varandi loysn til landstøð í aliøkið A-12.
Ein minniluti: Atli S. Justinussen og Beinir Johannesen mæla frá at geva loyvið, við tí grundgeving at havnaøkið/bryggjukant verður avbyrgt.

Sí brot úr fundarbók hjá Havnanevndini her

Býráði samtykti at geva alirisanum loyvi at hegna bryggjuna av við meiriluta atkvøðunum, har atkvøðan hjá Kristian Eli Zachariassen varð avgerandi. Allur minnilutin í býráðnum atkvøddi ímóti at geva loyvi.

Í býráðshøpi er Kristian Eli formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, umframt at hava sæti í Trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, umframt Havna- og vinnunevndini.

Norðlýsið hevur sent býráðsliminum ein teldupost  biði um eina viðmerking vísandi til hesa grein.
 

Harleyfacadeacryl