Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðsumsitingin út at rudda

John William Joensen

Í góðveðrinum í morgun høvdu tey sum starvsast í býráðsumsitingini sett hvørjum øðrum stevnu í Klingrugarði

Tá øll vóru møtt var farið oman í fjøruna við Hellisenda á Borðaoyavík.

Sjálvur borgarstjórin gekk fremst og baði høgur og lágur í umsitingini luttóku.
Stemningurin var í topp tí veðrið er av tí allar besta í morgun, og nógv órudd.
Fløskur, plastik, skógvar, klæði, rekaviður, ein deyður hundur o.m.a. liggur og sløðist í fjøruni.
– Endamálið umframt at rudda er eisini tann sosiali parturin. Vit starvast saman dagliga, men her hevur man høvið til at vera saman í øðrum høpið og tað styrkir samanhaldið, segði borgarstjórin júst sum hann tveitti órudd í bingjuna frá IRF.