Tað er mikukvøld, og vit fara at vitja á Brekku 9. Í barnaheiminum hjá Amandu Gullaksen sita nakrar kvinnur kring borðið inni í fínustovu. Her eru ongir menn. Tað er heitt og fjálgt inni, kaffi- og tekannurnar ganga títtar eins og prátið og láturin – tað er bindiklubbur og kvinnurnar eru leysar av monnum, børnum og ommubørnum.
– Vit byraðu í 1974, tá vit vóru 7-8 ára gamlar. Vit høvdu grønakeks og saft, tá vóru krøvini ikki so stór, sigur Amanda smílandi.
– Síðani eru fleiri komnar við, vit hava allar tikið eina við aftrat, so vit eru eini 12-14 í dag. Vit binda vanligar troyggjur, ikki so avanserað. Stjørnutroyggjan er nokk tað mest krevjandi, sigur Eydna Klakstein Thomsen skemtandi.
Freydis Poulsen var flokslærari hjá teimum, tær minnast allar væl hana. Vit lærdu at binda heima við hús, men eisini í bindiskúlanum í Emmaus. Tær plagdu at vitja hvørja aðra og binda. Tá tær ikki bundu ella gingu í skúla, arbeiddu tær á Dávavirkinum, har John William Joensen var arbeiðsformaður. Summar arbeiddu á Kósini, har Leivur Mikkelsen var arbeiðsformaður.
Mitt í 80’unum fóru fleiri teirra til Havnar á FHS og í studentaskúla og seinni eisini til Danmarkar at lesa víðari. Tá flutti bindiklubburin við, tað slitnaði ongantið.
– Í 80’unum høvdu vit permanent. Vóru 20, 25 kg lættari, sigur Petra Gardar og láturin rungar í huganligu stovuni.
– Vit eru tær somu, allar snakka nógv. Okkum dámar væl at hava tað stuttligt. Vit snakka um alt. Vit snakka minst um at binda, men tað verður bundið hóast alt. Vit binda fyri tað mesta troyggjur. Vit hava gingið við børnum saman, og hava verið í brúdleypi hjá hvørjum øðrum, sigur Joan Øregaard
Kvinnurnar siga sjálvar, at tær eru av gomlu generatiónini. Tær para hosur og strúka skjúrtur heima við hús. Fleiri av monnunum sigla, børnini eru blivin vaksin, og tær eru blivnar ommur.
– Vit snakka nógv um ommubørnini, og tað verður bundið mest upp á tey, sigur Anna Svanhilda.
Bindiklubburin byrjar eftir summarferiuna, og tær hittast mest í bindiklubbanum. Onkrar teirra ganga tó í fjøllunum saman.
– Bindiklubbur er 14. hvønn dag, og vit skiftast um at hava bindiklubb. Í desember er ongin bindiklubbur, tí tá er so nógv annað á skrá. Vit plaga at hava jólafrokost hjá Birgit, og tá møta allar, sigur Joan á Hædd smílandi.
Vit vóru í Aberdeen í 2005, og tað var ein stuttligur túrur. Vit strálaðu í Skotlandi. Tá vit komu heimaftur, máttu vit brúka snildir at sleppa ígjøgnum Norðoyatunnilin, sum tá stóð í gerð, siga tær við einum brosi. Tær ætla at vitja í kardamummubýnum á Eiði seinni í heyst.
Sum vit sita og práta koma nógv minni fram.
– Pína, minnast tit hvussu vit sótu og royktu? Tað vóru tjúkk skýggj inni í stovuni, og tað gingu fleiri dagar, áðrenn lukturin var burtur. Soleiðis var tað bara tá í tíðini, sigur Anna Svanhilda
At enda spyrja vit, um menninir sleppa at vitja, men har er mest sum lukkað land. Tær siga við ein munn, at menninir hava verið saman nakrar ferðir, tað hevur riggað fínt, men tað er so tað.
Vit takka fyri heita kaffimunnin og vilja hava nakrar myndir, áðrenn vit fara. Tað gongur skjótt at fáa góðar myndir. Hesar kvinnurnar duga at hugna sær. Vit fara avstað eina góða uppliving ríkari.
Til ber at senda inn mynd til kappingina her
Bindiklubburin
Petra Gardar
Eydna Klakstein Thomsen
Amanda Gullasksen
Joan Øregaard
Anna Svanhilda Johannesen
Beinta Klakstin
Birgit Pætursdóttir
Davis Midjord
Joan á Hædd
Nina Lassen
Hansina Joensen
Anna Sivertsen
Vera Larsen




