Í gjár vóru fleiri leikarar við, sum ikki hava spælt í fleiri vikur vegna skaðar.
Heini Vatnsdal (fyrsti venjingardystur) og Claes Kronberg (fyrstu venjingardystur í fleiri vikur) vóru við aftur eftir skaðar. Heini spældi ein hálvleik, meðan Claes kom inn á høgra bakk í seinna hálvleiki og var við í fleiri málum í 6-1 sigrinum hjá KÍ.
Tað merkir, at av teimum, sum kunnu roknast at verða í uppstillingini hjá KÍ til 1. umfar, so var bara Jóannes Bjartalíð, sum manglaði. Hann er skaddur, men væntast ikki at verða leingi skaddur.
KÍ hevur higartil spælt seks venjingardystir og hevur eftir ætlan tveir dystir afturat eftir áðrenn stórsteypadystin, sum er tann síðsti áðrenn landskappingarbyrjan.


