Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Café Gloria á Torradøgum

Oliver Joensen

Mamy Dahl Sørensen, leiðari á Umsorganarheiminum Gloria sigur at Café Gloria, ið sum kunnugt er kjallarahæddin á heiminum, fer at vera serstakliga virkin á Torradøgum.

Torradagarnir eru frá 21. februar og til 26.

Longu mánadagin 21 verður lagt fyri við bindicafé á Caféini frá kl. 10 til 14, har Maiken Steinberg hevur bindiskeið. Um kvøldið verður sangløta, har samkoman í Elim saman við Frelsunarherinum skipar fyri.

Týskvøldið verður fyrilestur við Bergtóru Høgnadóttir undir heitinum “At brenna fyri uttan at brenna út”.

Mikudagin kl. 11.30 verður skipað fyri spennandi fiskaborði. Hósdagin Mála tey Leir á Caféini og um kvøldið verður skipað fyri Sjavskapping. Fríggjamorgunin verður skipað fyri Morgunsangi og felagssangi frá kl. 9. – Seinnapartin verður málað leir. Leirmálingin heldur áfram leygardagin eisini.

Neyvari upplýsingar um tiltøkini á Café Gloria fáast í Norðlýsinum, sum verður borið í hvørt hús fríggjadagin.