Tey á Café Gloria – Stangavegur 16, hava rættiliga sett spónin í dreytin og hava eina drúgva skrá á Torradøgunum.
Tað eru heili seks ymisk tiltøk á skrá í Torravikuni 21. – 26. februar 2022, vit halda til á Café Gloria, Stangavegur 16, veghæddin.
Mánadagin 21. februar
kl. 10.00 – 14.00 Café Gloria
Bindicafé á Café Gloria, vit fara at hugna okkum við stokkum og Maiken Steinberg hevur bindiskeið.
At hava við, stokkar og tógv, ið passa saman.
kl. 20.00 Café Gloria
Sangløta – Andakt og hugnakvøld.
Samkoman í Elim saman við Frelsunarherinum, hava andakt og skipa fyri sangkvøldi, eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa.
Týskvøldið 22. februar
kl. 19.00 Cafe Gloria
“At brenna fyri uttan at brenna út”.
Hetta er heitið á fyrilestri hjá Bergtóru Høgnadóttir.
Bergtóra fer við útgangsstøðið í praktiskum royndum og positivu sálarfrøðini at tosa um, hvussu vit varðveita arbeiðsgleðina, tá vit sjálvi eru týdningarmiklasta arbeiðsamboðið, uttan at brenna út.
Mikudagin 23. februar
kl. 11.30 – 16.00 Café Gloria
Stóra Fiskaborðið á Café Gloria.
Møgleiki verður at velja millum fleiri fiskarættir, lyppir, kjálkar, knettir, frikadellir, saltfisk, feskan fisk, livur og rogn, laks og annað.
Eisini verður kaffi/te og køkur
Hósdagin 24. februar
kl 12.00 – 18.00
Mála Leir á Café Gloria.
kl. 19.00
Sjavskapping á Café Gloria
Fríggjadagin 25. februar
kl. 09.00 – 12.00
Morgunsangur á Café Gloria.
Vit fara at hugna okkum við morgunsangi og tónleiki, Caféin verður opin, har høvi verður at keypa sær morgunmat o.a.
kl. 09.00 – 12.00 Morgunsangur á Café Gloria.
Kl 09.30 Felags morgunsagur
Kl 10.00 Eyðun og Steinbjørn Jacobsen syngja og spæla
Kl 10.30 Felags morgunsangur
Kl 11.00 Herborg Torkilsdóttir syngur og spælir
kl. 13.00 – 19.00 Leir-Kafé á Café Gloria
Fríggjadagin 25. februar
kl 13 – 19
Mála Leir á Café Gloria
Leygardagin 26. februar
kl 10.00 -19.00
Mála Leir á Café Gloria
Elva Leir Kafé saman við Café Gloria skipar fyri Leir Kafé .
Leir kaféin er fyri allar aldursbólkar, har tú keypir ein leirlut, velur málingalitir, lutirnir kosta millum kr. 220 – 350
Vanliga vitjan varir í 2 tímar, og meðan tú málar, kanst tú keypa fiskasuppu, kaffi/te/kakao, kaku o.a.
Tilber at bíleggja pláss við at skriva til @elvaleirkafe umvegis Instagram ella Facebook.
Tilber eisini at senda boð ella ringja á tlf. 216490
Café Gloria
Stangavegur 16,
700 Klaksvík



