Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Café Gloria við besta Torramati í Skálanum

Dávur Winther

Vegna umvælingar og umbygging hjá Umsorganarheiminum, Gloriu við Stangarvegin, varð avrátt, at stóra, flotta Torra-fiskaborðið skuldi verða í Skálanum í ár á Torradøgunum.

Har var hópin av fólki, sum so oftani fyrr, ið plagar at leita sær til hetta forkunnuga mattilboðið í Torravikuni.

Og tað var, sum altíð nógv ymiskt at velja í, sum hoyrir Torratíðini til – Fleiri ymiskir fiskarættir, lippur, kjálkar, feskur fiskur, livur og rogn, stoykt flak, knettir, frikadellur, saltfiskur og nógv annað gott. Góður ræstur fiskir, garnatálg, gott spik var eisini á borðseðlinum!

Omaná fekst tú ein góðan kaffikopp við nógvum góðum afturvið.

Torra-borðið hjá Gloriu er komið fyri at verða!