Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Café Gloria við besta Torramati

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Tað er siðvenja, at Café Gloria hevur tað stóra fiskaborðið á mikudagin á Torradøgunum.

So var eisini hesaferð, har hópin av fólki leitaðu sær til hetta forkunnuga mattilboðið.

Tú kundi velja millum fleiri fiskarættir, lippur, kjálkar, knettir, frikadellur, saltfisk, feskan fisk, stoykt flak, livur og rogn og nógv annað gott. Góður ræstur fiskir, garnatálg, gott spik var enntá á borðseðlinum!

Eisini verður kaffi/te og køkur omaná – Alt hetta fyri bert kr. 200,-

Flott og gott!