Leingið hevur verið saknur í einum stað í Mikladali, har vitjandi kundu keypa sær ein kaffi ella temunn og okkurt afturat. Jóan Karl Høgnesen hevur nú latið upp eina café í bygdini.
Hyggur ein eftir hagtølunum hjá Strandferðsluni, so sæst, at ferðafólkatalið til flestu útoyggjar er í minking. Men tølini fyri Kalsoynna standa í stórari kontrast til hesa støðuna, tí í mun til í fjør eru tølini er ferðafólkatalið sum strandfaraskipið Sam hevur ført um Kalsoyarfjørð, vaksið við umleið einum triðingi.
Caféin veruleiki
Sum vera man hevur hetta skapt ein tørv á at eitthvørt fæst til matna, eitt nú í Mikladali og tað er hendan tørvin, sum nýggja caféin í Mikladali nú skal nøkta.
Jóan Karl Høgnesen er ikki heilt ókendur innan hetta yrkið, tí hann hevur millum annað verið leiðari á Sjómansheiminum í Reykjavík.
Jóan Karl Høgnesen sigur, at í samband við nýggju caféina, so er eitt felag undir stovnan. Tað verður ikki eg sjálvur, sum komið at standa í caféini, sjálvt um eg sjálvandi eisini fari at taka hond í. Ásla Andreasen stakast her ídag, og tað eru eisini onnur, ið fara at bjóða fólki kaffi og annað gott.
Tað er Mikladals Sóknar Avhaldsfelag, ið eigur bygningin her caféin hevur til húsa. Vit hava leiga hølini her frá Avhaldsfelagnum. Sjálvur eri eg pensioneraður og havi konu av Húsum, so eg helt, at um ongin annar hevði hug at standa fyri hesum, so kundi eg tað sama royna.
Nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer og hvør tørvur er, tí við hava í veruleikanum tjóvstarta, tí vit hildu at tað var umráðandi at koma í gongd áðrenn Kópakonudagin 1. August. Sum frálíður fara vit at víðka um vøruíurvalið. Umframt at selja ymiskt til matna, so verða eisini gávulutir á skránni.
Sum vit hava stilla upp í hølunum ídag, so kunnu vit hava 24 gestir sitandi her í senn, men væl ber til at byggja tað meiri út. Sum eina tænastu til viðskiftafólk, so er eisini ókeypis wi-fi samband við internetið á caféini.
Tá Norðlýsið vitjaði, vóru nøkur útlendsk ferðafólk á caféini. Ólavur Samson greiddi teimum frá søgnini um Kópakonuna.
Vit ynskja kalsoyingum góða eydnu við nýggja tiltakinum.




