Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Campingpláss sum vil nakað

Atli S. Justinussen

Kommunan eigur at gera karmar fyri, antin ger kommunan eitt camping øki, ella ger kommunan, møguleikar hjá privatum at fara ígongd

Klaksvík er næststørsta kommuna í landinum.

Men í Klaksvík, er onki orduligt Campinspláss.

Fyri tíð síðani, bleiv uppskot um at hava campingpláss, uppi við svimjihøllina.

Sjálvur vildi eg heldur hava kommununa, at gera eitt orduligt campingpláss, sum kundi taka einar 200.camping vognar.

Eg legdi eitt broytingar uppskot fram um hetta, tá tað var fyri í býraðnum, men fekk eg ikki undirtøku fyri hesum.

Sostatt, er bert eitt lítið øki til camping í Klaksvík, eg meini, har er bert pláss fyri minni enn 10.camping vognum.

Tí eigur kommunan, at gera karmar fyri, antin ger kommunan eitt camping øki, ella ger kommunan, møguleikar hjá privatum at fara ígongd við hetta.

Við at gera góðar umstøður til camping í Klaksvík, fáa vit samstundis nógv fleiri vitjanir, til okkara øki her norði.

Sum gevur stórt avleitt virksemi til okkara øki, har sølan økjist í handlum, nógv fleiri vitjanir í matstovum/caféum og svimjihøllini.

X Atli S. Justinussen

www.xatli.fo