Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Carles Puigdemont til Føroya

Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi

Fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, fer at umboða Katalonia á ráðstevnuni um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt, sum Tjóðveldi skipar fyri í Norðurlandahúsinum fríggjadagin

Umboðið úr Skotlandi verður Kenneth Gibson, tingmaður úr skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og úr Ný Kaledonia kemur leiðarin í fullveldisrørsluni har, Daniel Goa.

Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, fer at leggja fyri. Ráðstevnan byrjar kl. 13.15 fríggjadagin í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Hon er almenn, og atgongdin er ókeypis.