Eftir russisku innrásina í Ukraina boðaði Carlsberg frá, at tey tóku seg úr Russlandi og settu virksemi har til sølu. Nú vónar stjórin í Carlsberg, at fyritøkan aftur kann gerast virkin í Russlandi. Tað skrivar Børsen á forsíðuni í dag.
Forsíðusøgan í Børsen í dag snýr seg um Carlsberg og virksemi teirra í Russlandi. Samrøða er við forstjóran í Carlsberg Cees ‘t Hart, sum fortelur, at fleiri av altjóða merkjunum hjá Carlsberg framhaldandi verða at finna á russisku handilshyllunum framyvir. Eitt nú Tuborg, 1664 Blanc, Grimbergen og Somersby.
Hetta hóast russiska dóttirfelagið hjá Carlsberg helst verður avhenda í næstum. Í tí søluavtaluni ynskir Carlsberg at fáa ein klausul inn, sum gevur Carlsberg møguleika at keypa dóttirfelagið aftur seinni. Eisini fær nýggi eigarin rættindi at selja hini merkini hjá Carlsberg, bara ikki ølirnar av Carlsberg merkinum.
Børsen skrivar, at fáar fyritøkur í Evropa hava – mált í mun til støddina – meira upp á spæl í Russlandi enn Carlsberg. Danska bryggjaríið hevur í meira enn 20 ár sligið røtur í landinum fyri eystan. Fimta hvørt starvsfólk í Carlsberg samtakinum starvast í Russlandi, og bókaða virðið av ognum felagsins í Russlandi vóru yvir 20 milliardir krónur, tá kríggið brast á.
Sambært Børsen eru áleið 10 áhugaðir keyparar til russiska virksemi hjá Carlsberg.



