Tølini, ið vísa vindferðina eru sera ymisk í løtuni. 8 til 16 m/s í Skopun; 16 til 24 m/s á Viðareiðsvegnum. Veðurstøðinar í t.d. Gjáarskarði og Ørðaskarði vísa væl meiri vind, men tær kunnu ikki sigast at umboða veðrið í Føroyum, tá ið nógvur vindur er.
Bretsk veðurstøð hevur givið hesum illveðrinum navnið Caroline.
Hon hevur verið á radaranum í nakrar dagar, síðan hon uppstóð nakrar 100 fjórðingar eystur úr strondini á USA.
Klokkan 3 í morgun fór miðjan tvørtur um Føroyar, og vit uppliva nú vestaru síðuna av lágtrýstinum. Har er tann mesti vindurin á hesum lágtrýstinum.
Næstu tímarnar fer vindurin at veksa meira – klokkan 10 einar 25 m/s í miðal. Hvirlurnar nakað meir.
Eitt sindur út á seinnapartin fer vindurin at minka eitt vet.
Fylgt verður við…




