Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Casting til TROM

Tíðindaskriv

Føroyska krimisendirøðin TROM leitar nú eftir leikarum – føroyingum eins og útlendingum – til
fleiri fjølbrottar leiklutir.

Talan er um bæði føroyskar leiklutir, sum telja fleiri enn 30 í tali, eins
og nakrar útlendskar. Leitað verður eftir fólki í øllum aldursbólkum – ungum sum gomlum.

Tað er ikki eitt krav at hava royndir sum sjónleikari fyri at bjóða seg fram.

Upptøkurnar verða gjørdar í Føroyum í tíðarskeiðnum frá mars til juni 2021. Føroyska
framleiðslufelagið Kykmyndir stendur saman við danska REinvent Studios fyri framleiðsluni
av sendirøðini, ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við støði í kendu krimibókunum hjá
Jógvani Isaksen, um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson.

Øll áhugað eru vælkomin at senda ein teldupost til rannva@kykmyndir.fo við yvirskriftini
“TROM Casting,” eini mynd og hesum upplýsingum: navn, aldur, kyn og hædd. Síðani fær
ein nærri upplýsingar um upptøkuroyndirnar sjálvar.

Harleyfacadeacryl