Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Cedric Yambere er nú tøkur hjá KÍ

Jákup Ósá

Franski miðverjin kann spæla toppdystin leygardagin.

Tá KÍ skrivaði sáttmála við franska Cedric Yambere bleiv eisini sagt, at tað gekk ein tíð til hann fekk arbeiðs- og uppihaldsloyvið uppá pláss sum krevst, áðrenn ein kann spæla dystir.

Tað arbeiðið hevur gingið skjótt, tí longu nú er greitt, at 33 ára gamla høgi miðverjin hevur fingið øll loyvir uppá pláss og kann spæla.

Tó er ikki vist, at man kemur at síggja Cedric Yambere í toppdystinum leygardagin. Tí hann hevur ikki spælt nakran dyst í fleiri mánaðir og hevur enn bara havt eina stutta tíð við venjingum í KÍ. Eftir B36 dystin er landsliðssteðgur, so kanska er meira sannlíkt, at hann fær ein leiklut eftir landsliðssteðgin.

Alt hetta blíva vit klókari uppá leygardagin kl. 17.00, tá KÍ spælir toppdyst móti B36 í Gundadali, men greitt er í øllum førum, at nú er eingin forðing við loyvum.