Eftir at hava verið í dok í Skagen í ein mánaða, er Christian í Grótinum nú klárur aftur.
Teir boðaðu frá í gjár, at teir vóru í Norðhanvini kl. 16 í dag – og stundisliga kl. 16 løgdu teir at!
Í somu løtu, teir løgdu at, komu fleiri av manningini við klæðsekki umborð at rigga til.
Manningin heviði fingið boð at møta kl. 16 at rigga skipið til, tí longu í kvøld verður farið á fiskileið aftur!
Henda fyrsta túrin, eftir at skipið hevur verið til høvuðssýn og -eftirlit á skipasmiðjuni í Skagen og ymsar ábøtur eru gjørdar, eins og skutan er málað, verður Páll Rasmussen skipari.
Ein flott snekja, skúta ella skip tekst ikki frá henni. Tá ið so skip og manning eisini hava verið røsk at fiska, kunnu vit ikki annað enn fegnast.
Tykkum verður ynskt góðan túr!




















