Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Christian seldur til Vestmanna

Jóhann Lützen

Skipið fær nýggja navnið Vestmenningur

Skipiđ er bygt í 1996 og hevur veriđ kallađ Høgaberg og Margret. Cristian er 73 metrar og lastar 2300 tons. Í januar 2021 kom Christian á Klaksvík og er nú seldur til Vestmanna. 

Í gjár yvirtók partafelagið Vestmanna Fiskavirki Christian frá partafelagnum Hvalnesi í Klaksvík, og tá fekk skipið eisini nýtt navn.

Vestmenningar hava keypt skipið fyri 45 milliónir krónur, veit Kringvarpið at siga.