Tá eitt flogfar kom í Vágar í gjár, leygardagin 18. juli, vóru 3 fólk við, ið bóru Corona-smittuna. Tey eru nú øll sett í sóttarhald, avbyrgd, og Landslæknin er farin undir at smittuspora. Tey trý eru útlendingar og í familju hvør við annan. Hetta er annar tilburðurin nú í juli, har tann fyrri nærmast var at meta sum falskur alarmur, tí persónurin hevði havt sjúkuna og hevði ment antistoff. Hesaferð er alarmurin veruligur.
Tíverri kann tað ikki sigast at vera óvæntað, at Coronasmittan kom aftur til Føroya, nú landamørkini eru opin, tí virusið herjar við somu øði runt um í heiminum. Helst skulu vit rokna við, at neyðugt verður at hava tiltøk og kanningar í verk fram til, at ein vaccina er funnin, og tað kann taka bæði mánaðir og kanska ár. Men framstig eru at hóma, sum víst á í øðrum greinum.
Nú er neyðugt, at øll, ið vóru við sama flogfari, verða á varðhaldi og helst fara í sjálvboðið sóttarhald. Í øllum førum eiga tey at verða kannað innan alt ov leingi, tí tað er sera lætt at fáa smittuna, um ein situr í sama rúmi sum smittað fólk. Virusið kann eitt nú liva eina tíð á yvirflatum, sum tey smittaðu hava nomið við.




