Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Crescendo á fyrsta sinni á Skúlatrøð

Oliver Joensen

Leygardagin 19.novembur var kamartónleikakappingin Crescendo hildin á fyrsta sinni, í skúlanum við Skúlatrøð í Klaksvík. Kl 09 byrjaði fyrsti bólkurin og seint um seinnapartin høvdu allir 46 bólkarnir framført fyri áhoyrarunum og dómarapanelinum.

Bólkarnir vóru skipaðir í 3 aldurshópar, 0-10 ár, 11-15 ár og 16-21 ár. Torført var at velja hvørjar framførslur skuldu virðislønast, tí sum heild var støðið sera høgt.

Vinnarnir av yngsta bólkinum gjørdus David og Josef Caabay Nattestad, nr 2 Ranja Ingun Elisabeth Haraldsen og Kristian Súnason Pedersen og nr 3 gjørdust Teitur Jensen, Rebekka Akoth Oludoh og Jona Dam Iversen

Í bólkinum 11-15 vunnu Ai Waagstein og Sólja Rye, nr 2 gjørdust Ilaria Ierulli og Naomi Rajani Færø og og 3 pláss máttu tveir bólkar deila sínamillum, Eydna Olsen Dalheim, Hansina Nesá,  Jóhanna Gaard og Taida Thomsen og Turið Syderbø .

Í bólkinum 16-21 ár vunnu Elin Rasmussen, Bjørt Holm og Rita Ljósheim, 2.virðisløn fór til Nancy Nónskarð, Mikkjal Davidsen og Ritu Ljósheim, og 3.virðisløn fór til Heiðrun D Hammer, Beinta Ingeborg Greve og Ari Hammer Joensen – og Markus Bjarnason, Maisól Elisa Hentze, Heiðrun í Dali og Jens Andrias Dam.

Fyriskiparnir Eirikur Skála og Tóri Restorff Jacobsen eru væl nøgdir við tiltakið, og fegnast um stóru undirtøkuna millum musikkskúlanæmingar og lærarar.