Í februar mánaði verður – Dagsins yrking aftur at hoyra í útvarpinum. Í februar í fjør var tátturin – Dagsins yrking á fyrsta sinni settur á skrá. Dagsins yrking fekk góða undirtøku, og tí gleðast vit um, at vit aftur í februar í ár fara at hugsavna okkum um yrkingar.
Hvønn yrkadag – mánadag til fríggjadag, klokkan 12.00 – tá verður ein yrking at hoyra í útvarpinum. Í alt er talan um 20 yrkingar. Tað verða 6 yrkjarar og 4 sjónleikarar, vit fara at hoyra lesa upprunaføroyskar yrkingar. Bókmentaráðið hevur skipað fyri og valt út so ymiskt og fjølbroytt sum gjørligt.
Í bókmentaráðnum eru Marjun Syderbø Kjelnæs og Bergur Rasmussen fyri Rithøvundafelagið, og fyri Kringvarpið eru Jonna Fritsdóttir Mortensen og Páll Danielsen.



