Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Daniel Sundell gestavenjari

Fimleikafelagið Støkk

Farna vikuskifti skipaði Fimleikagelagið Støkk fyri nøkrum venjingardøgum, har venjarin Daniel Sundell, sum hevur felagið Coach Dan Gymnastics, var høvuðsvenjari.

Hettar var ein liður í at stimbra venjarar og íðkarar á amboðssíðuni hjá felagnum. Daniel er sera kendur innan amboðsfimleik í Svøriki, har hann millum annað hevur verið venjari hjá junior landsliðinum, og hevur verið við til at menna tí Svensku kappingar- og útbúgvingar fimleikaskipanina.

Ì løtuni arbeiður hann sum ráðgevi hjá fleiri fimleikafeløgum í norðanlondum, og hevur eisini egið venjingarhøli uttan fyri Stokholm. Málið við hesi vitjan var, at geva amboðsíðkarum og -venjarum nýggjan íblástur og man kann ikki siga annað enn, at tað hava tey hava fingið. Fleiri nýggj lop og rørslur vórðu roynd, har venjarnir síðan fingu undirvísing í menning av lopunum. Hann skipaði eisini fyri einum venjaraskeiði fyri allar breiddaramboðsvenjarar hjá Støkk.

Daniel er sera aktivur á sosialu miðlunum og her eru nøkur brot frá vikuskiftinum.

 

Her eru nøkur brot av venjingum hjá okkum:

Youtube:

https://www.youtube.com/watch?v=H0nkKgJ3Mfc 

https://www.youtube.com/watch?v=PUdBpZ7PPp4 

 

Instagram

https://www.instagram.com/coach_dan_gymnastics/ 

 

Harleyfacadeacryl