Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dánjal í Reinsarínum

Tíðindaskriv

Nú kann man endiliga aftur uppliva Dánjal á Neystabø við sínum orkestri av norðurlendskum klassatónleikarum í Føroyum.

Nú kann man endiliga aftur uppliva Dánjal á Neystabø við sínum orkestri av norðurlendskum klassatónleikarum í Føroyum.

Hesin bólkur hevur seinnu árini leverað nakrar av bestu framførslunum á føroyskum palli, og mikudagin verður neyvan nakað undantak, tá Reinsaríið leggur pall til bólkin Dánjal.
 

Tá kanst tú uppliva hesar tónleikarar, sum teljast millum mest dugnaligu tónleikarar í norðurlondum, sveitta seg ígjøgnum tey kraftmiklu og melodisk rørandi løgini.
 

Dánjal hevur veruliga megnað at samla ein bólk, har mentanarligi ymiskleikin hjá limunum kemur til sín rætt, og eftir 7 árum á óteljandi pallum kring Europa, hevur bólkurin funnið sítt heilt egna serstaka ljóð.
 

Dánjal hevur eisini fingið nógvar tónleikatilnevningar, millum annað tvær ferðir fyri “Best Live Act” á Danish Music Award, eins og lagið Raindrops var tilnevnt sum ársins popplag á Faroese Music Awards fyrr í ár:
 

Við íblástri frá Tom Waits til The Beatles, pop/rokki frá 70‘unum, heimstónleiki og fólkatónleiki er ljóðið mest av øllum norðurlendskt og egið.
 

Bólkurin fer á pall mikudagin 28 oktober klokkan 21.00 á Reinsarínum í Havn.
 

Atgongumerki fáast á Reinsariid.fo