Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Danmark hevði munin

Jákup Ósá

Danmark vann 2-0 á Føroyum í kvøld.

Føroyingar vóru væl við í pørtum av dystinum og í seinna hálvleiki vóru m.a. innskiftu KÍ-leikararnir Mads Bo Mikkelsen og Pætur Petersen við í góðum álopum. Tað eydnaðist tíverri ikki føroyingum at skora. Verjuspælið var á einari leið stóran part av dystinum, og tí vann Danmark ’’bara’’ 2-0. Eitt mál kom í hvørjum hálvleiki.

Fyri KÍ sá út sum, at allir tríggir landsliðsleikararnir komu ígjøgnum hendan landsliðssteðgin uttan skaðar.