Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dansiveturin er byrjaður 

Klakvíkar Dansifelag

25. oktober hevði Klaksvíkar Dansifelag sítt fyrsta dansikvøld í vetur. Sum altíð eru øll vælkomin uppí dansin. Í ár er dansurin eitt sindur merktur av, at fyrivarni verður tikið fyri covid-19. Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur gjørt leiðreglur, sum Pál Weihe hevur blástemplað, og heldur Klaksvíkar Dansifelag seg strangt til hesar reglurnar.

Í vetur verður dansað frá kl. 20.00 sunnukvøld í Skálanum fram til føstuna, 15 februar 2021. Hvørt dansikvøld verða 3-4 kvæðir/vísur á skránni, men rúm er eisini fyri at taka okkurt annað, um hugur er til tess. Umframt at farið verður uppá gólv, er frásøgn um okkurt av teimum mest ókendu kvæðunum/vísunum á skránni. 

Skráin er ein blanding av longri og styttri kvæðum og vísum. Mestu kvæðini eru vælkend so sum, Brestiskvæði, Kópakvæði, Flóvint Bænadiktsson, Sigmunds kvæði yngra, Sinklar o.a. Eini fýra kvæðir eru minni kend, og tey koma vit at læra okkum í gjøgnum veturin. Í ár verða eingi almenn dansikvøld, men felagið fer at hava sína árligu rivjaveitslu, ið er eitt av hæddarpunktinum á vetrinum. Væntandi verður onkur stutt útferð eisini á skránni. 

Vit eru farin undir dansiveturin við góðum treysti og vóna ein hugnaligan og gevandi dansivetur. 

Ein er tíðin at dansa, og øll eru hjartaliga vælkomin at dansa saman við okkum. 

Vegna Klakvíkar Dansifelag 

Nevndin 

Harleyfacadeacryl