Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danski verjumálaráðharrin á vitjan

Tíðindaskriv

Í dag vitjar Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, í Føroyum, har hann hittir landsstýriskvinnuna í Uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, fyri at umrøða verjupolitiska samstarvið millum Føroyar og Danmark og í breiðari høpi á norðurleiðunum.

 

Orsakað av trygdarpolitisku støðuni í heiminum hava Arktis og Norðuratlantshavið størri alsamt strategiskan týdning. Tískil er neyðugt við einum haldgóðum samstarvi um trygdar- og verjupolitikk í millum londini í hesum øki. Tað er avgerandi, at Føroyar er við í tilgongdini fyri at fáa eina felags fatan av raðfestingum og møguleikum í økinum, og at Føroyar hava ein virknan leiklut.

Umframt fundin í Tinganesi vitjar danski verjumálaráðharrin MEST og Atlantic Airways Aviation Academy saman við landsstýriskvinnuni.