Danska Fiskimálaráðið boðar frá at reglurnar, sum avmarka fiskiskapin hjá donskum frítíðarfiskarum, verða framvegis galdandi í 2018
Sambært donsku reglunum kunnu frítíðar útróðrarmenn ella ”lystfiskarar” í mestalagi hava fimm toskar við í land um dagin, tá fiskað verður í stórum pørtum av suður- eystur Danmark í vestara partinum av Eystursjónum.
Fyri at endurbyggja toskastovnin varð á nýggjárinum 2017 sett mark fyri hvussu nógvan tosk frítíðar útróðrarmenn og ”lystfiskarar” kunnu veiða í vestara partinum av Eystursjónum.
Havøkið sum talan er um er kring Fyn og eystara partin av suður Jýtlandi og meginpartin av økinum kring Sæland og Bornholm.
Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 31. mars eru reglurnar herdar og tá er einans loyvi at taka tríggjar toskar við til lands . Avmarkingarnar eru eisini galdandi fyri ferðafólk og skipaðar túrar við ferðafólkum.



