Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Danskt felag vísir áhuga fyri Jóannes K. Danielsen

Jákup Ósá

Bakkurin á KÍ-liðnum hevur ongan sáttmála fyri 2022.

Jóannes K. Danielsen hevur sum tann einasti á KÍ-liðnum spælt allar minuttirnar í ár. 23 ára gamli bakkurin hevur tó ongan sáttmála fyri 2022. Í fjør var ivamál, um hann fór at spæla við KÍ í 2021, men tá valdi hann at halda fram. Nú er aftur ivamál til 2022 og okkurt danskt felag hevur eisini víst KÍ-leikaranum áhuga. Men leikarin heldur, at tað eisini er sera avbjóðandi at halda fram í KÍ.

– Ja tad passar at okkurt danskt felag hevur víst áhuga, men so leingi sum kappingin koyrir, so fokuseri eg uppá tað. Projektið í KÍ er eisini sera spennandi og á einum høgum stigi. Vónandi verður ein avgerð tikin áðrenn árskiftið, sigur Jóannes K. Danielsen við Norðlýsið.