Darius Lewis spældi síðsta sunnudag fyri fyrstu ferð frá byrjan í KÍ. Hann takkaði fyri álitið við einum máli og annars góðum avriki.
19 ára gamli leikarin úr USA hevur ein langtíðarsáttmála við KÍ. Úr KÍ er boðað frá, at hesin leikarin ikki er keyptur inn til at fláa til frá fyrsta degi, men at hann skal hava nakað av tíð. Móti EB/Streymi sunnudagin spældi Darius fyri fyrstu ferð í ár frá byrjan. Hann var ein av málskjúttunum í 4-0 sigrinum. Darius hevur tilsamans spælt 367 minuttir og skorað 4 mál í lands- og steypakapping í ár. Tað gevur 91,8 minuttir pr. mál, so talan er um effektivan leikara, tí í flestu førum hevur hann spælt sum vongur. Áhugin fyri hesi verkætlan er eisini aðrastaðni, tí síðsta sunnudag var eitt sjónvarpslið frá Hollandi í Klaksvík og tók upp av Darius. Eisini foreldrini hjá Darius vóru komin til Føroyar, so tað passaði teimum væl, at hann byrjaði inni og eisini skoraði eitt av málunum.
Fakta um Darius Lewis
Land: USA
Aldur: 19
Minuttir: 367
Mál: 4
Minuttir pr. mál: 91,8




