Slovenin kom til KÍ í summar.
23 ára gamli slovenin, David Skrbec kom til KÍ í summar. Hann hevur havt torført við at fingið spælitíð og hevur fyri tað mesta sitið á bonkinum. Tað hevur nú ljóðað, at hóast hann hevur sáttmála fyri 2021, so heldur hann ikki fram. Í kvøld hava vit fingið váttað, at David Skrbec og KÍ í sátt og semju eru samd um, at samstarvið steðgar nú.
David Skrbec er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri fýra dystir í landskappingini, harav tann eina frá byrjan.




