Dávid B. Andreasen er 10. leikarin, sum skorar fyri KÍ hetta kappingarárið.
17 ára gamli Dávid B. Andreasen kom á vøllin og skoraði síðsta málið, tá KÍ vann 6-0 í Sørvági móti 07 Vestur. Hann var 10. málskjúttin hjá KÍ í ár. Dávid skoraði í sínum fyrsta dysti á bsta liðnum í fjør og er nú skrásettur fyri tvey mál í sjey dystum.
KÍ spælir mikukvøldið móti ÍF í Klaksvík í kappingini um løgmanssteypið.




