Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dávur Syderbø stillar upp fyri Tjóðveldi

Tíðindaskriv

– Eg vil seta útjaðaran í fokus aftur, sigur 21 ára gamli Dávur av Húsum, sum heldur tørvur er á nýggjum hugsanum í almenna rúminum.

– Gjøgnum hesi seinastu árini er útjaðarin púra gloymdur í øllum meldrinum, sum er um miðstaðarøkið og fiskivinnunýskipanina, sigur Dávur Syderbø.

Fyri hann hevur tað týdning, at vit fáa ungar røddir á ting.

– Vit mugu fáa nýtt blóð og nýggjar hugsanir á ting, fyri at fáa kjakið meira siðiligt og konstruktivt. At nýta tíðina at munnhøggast byggir einki land, sigur Dávur Syderbø.

Dávur Syderbø er 21 ára gamal og býr á Húsum. Hann er yrkislærningur hjá RVtøkni, har hann lærir til elektrikara.