Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Deni elskar hitan á Malta

Jákup Ósá

Hetta er sum í Serbia, sigur ein væl nøgdur Deni Pavlovic, sum í ár hevur verið millum bestu miðverjrnar í føroyskum fótbólti.

24 ára gamli Deni Pavlovic kom til KÍ undan hesum kappingarárinum og hevði ongantíð áður spælt í føroyskum fótbólti. Hann hevur verið sera eyðsýndur í KÍ verjupartinum, sum hevur latið fæst mál ígjøgnum eins og hildið málið reint oftast.

– Eg vildi royna okkurt nýtt. Hetta var ein nýggj avbjóðing, nýtt land og nýtt slag av fótbólti, so tað passaði mær væl. Eg eri væl nøgdur við skiftið, tí eg hevði ikki væntað at støðið var so høgt. At KÍ spældi í Europa var ein týdningarmikil partur og so fáa vit so at síggja, hvussu fer at gangast. Vit hava fyrireikað okkum væl, venjarin hevur greinað mótstøðuliðið væl, so vit kenna alt til teir. Vit mugu halda fokus og so síggja hósdagin, hvussu langt tað ber, sigur Deni Pavlovic.

 

Trívist í hitanum

Á Malta er heitt í hesum døgum. Men serbiski verjuleikarin bara flennur, tá spurt verður, um tað er ov heitt.

– Tað er ikki ov heitt fyri meg. Hetta er sum í mínum landi (Serbia, blaðm.). Og eg vænti ikki, at hetta verður ein trupulleiki við hitanum fyri okkara lið. Tað sum hevur týdning er, at vit fáa eitt positivt úrslit, sigur Deni Pavlovic við Norðlýsið.

 

 

Gott at vera í KÍ

– Eg eri væl nøgdur við fyrstu tíðina í KÍ. Støðið í Føroyum er nógv hægri, enn eg væntaði. Leikararnir eru sterkir og góðir. Eg haldi, at vit hava avrikað væl áðrenn summarsteðgin. Eg eri eisini nøgdur við míni persónligu avrik. Vit arbeiða sera hart, vit hava gott lið og góðan venjara. Blíva vit við at arbeiða hart, so kunnu vit røkka langt, sigur Deni Pavlovic.