KÍ verjuleikarin hevur sum smádrongur búð í Føroyum.
KÍ verjuleikarin hevur sum smádrongur búð í Føroyum.
Komandi tíðina skal KÍ tvær ferðir til Suðuroyar at vitja TB/FCS/Royn. Eitt sum er merkisvert við hesum er, at á KÍ liðnum skal serbiski Deni Pavlovic aftur til sín fyrrverandi heimstað. Í 1997 og 1998 var pápi Deni, Zoran Pavlovic, leikandi venjari hjá besta liðnum hjá TB og hesi bæði árini var tá 4-5 ára gamli Deni við pápa sínum á Tvøroyri. So Føroyar eru ikki heilt nýggjar fyri serbiska leikaran.
24 ára gamli Deni Pavlovic hevur víst stórspæl í KÍ miðverjuni higartil og umframt, at einki mál er farið ígjøgnum, so hevur hann eisini verið á vikuliðnum hjá Sosialinum bæði umførini. Móti NSÍ var hann valdur til dagsins leikara av Bláu Bylgjuni.


