Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Deyður persónur funnin á Kunoynni

politi.fo

Politiið í Føroyum fekk leygardagin 30. november fráboðan um, at ein deyður persónur var funnin í Skriðudali á Kunoynni.

Politiið í Føroyum fekk leygardagin 30. november fráboðan um, at ein deyður persónur var funnin í Skriðudali á Kunoynni. Sambært fráboðaranum hevur tann deyði persónurin ligið har longi.

Sum umstøðurnar eru í sambandið við tann funna persónin, ber ikki til at eyðmerkja hann.

Arbeiðið hjá politinum er nú at fáa greiðu á umstøðunum á staðnum, og at staðfesta, hvør tann deyði er.

Politiið kann í løtuni ikki siga nakað nærri um málið og væntar ikki at hava nakað nýtt í málinum komandi dagarnar.

Harleywoodpaint