Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dialysu á Klaksvíkar Sjúkrahús

Óluva Klettskarð

Vit hava søguliga høg tøl fyri nýrasjúklingar í Norðurøkinum í løtuni, og tí er spurningurin viðkomandi, um vit ikki eiga at skipa ein part av dialysuviðgerðini í nærumhvørvinum hjá hesum sjúklingum.

Vit hava søguliga høg tøl fyri nýrasjúklingar í Norðurøkinum í løtuni, og tí er spurningurin viðkomandi, um vit ikki eiga at skipa ein part av dialysuviðgerðini í nærumhvørvinum hjá hesum sjúklingum.

Spurningurin um at skipa dialysu kring landið kom fram á fyrsta sinni fyri júst einum ári síðan. Tá vóru 7 sjúklingar, sum var knøpp helvtin av teimum álvarsamt nýrasjúku, sum ikki kunnu klára seg við posadialysu heima, búsitandi í Klaksvík og Norðuroyggjum. Hetta fekk Bjørt Sámuelsen, løgtingskvinnu, at reisa málið í munnligum fyrispurningi til landsstýrismannin, um ikki ráðiligt var at fáa skipað dialysuviðgerð í Norðurøkinum og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Nú ljóðar so, at landsstýrismaðurin av álvara arbeiðir við ætlanum um at skipa fyri dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Spurningurin um trygd er sjálvandi stórur partur av málinum, men er útjaðarapolitikkur mótvegis miðsavningarpolitikki nú eisini komin upp í málið, so tykir mær, at málið er farið at venda skeivt.

Ov vandamikið at eiga børn í Klaksvík

Nýrasjúklingar vísa á, hvussu nógv ein slík viðgerð í nærumhvørvinum kann lætta um gerandisdag teirra. Frá at sita nærum fulla tíð á Landssjúkrahúsinum, so ber til at hava hampiliga vanligan gerandisdag , um henda viðgerð kann fara fram í nánd av sjúklinginum. Ávíst samtak av læknum hevur hinvegin víst á, at tað ikki er skilagott at spjaða læknaviðgerðina, men ráðiligast er at savna hesa á Landssjúkrahúsinum.

Er kjakið og spurningurin um at leggja ávísan part av dialysuviðgerðini til Klaksvíkar av sama slag sum spurningurin um at flyta og avtaka føðideildina á Klaksvíkar sjúkrahúsi á sinni, so gevi eg lítið fyri kjakið. Føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð niðurløgd, tí servitan var best savnað á einum øki, og so sjálvandi fyri at spara pening. Vandin at eiga barn minkaði, um allar kvinnur í Føroyum áttu børn síni á Landssjúkrahúsinum, har narkosulæknar eru til staðar alt døgnið. Rætt er tað, men hvussu nógvar føðingar tørva í veruleikanum narkosulækna? Tilráðingar og atlit hava í áratíggjur virkað væl á hesum økinum, so tær kvinnur, ið høvdu tørv á serligari læknahond, áttu á Landssjúkrahúsinum, og øllum kvinnum stóð hetta í boði. Hóast rákið í londum kring okkum er at eiga í so natúrligum umstøðum sum gjørligt –helst heima sum í gomlum døgum, so var endin, at allar kvinnur skuldu flytast úr nærumhvørvinum -tað gjørdist ov vandamikið at eiga børn í Norðoyggjum. At eiga barn gjørdist ein sjúka, og landið segðist spara 800 túsund krónur um árið. Servitanin at taka í móti børnum er ikki til í Klaksvík longur, og tað er ómetaliga spell, haldi eg; onki er spart, men nógv er mist!

Er sjúkraviðgerð til fyri sjúklingin ella læknan

Nú er tað modernað at hugsa miðsavning, tí hetta økir tryggleika eins og í føðimálinum. Ein av próvførslunum fyri, at dialysuviðgerðin noyðist at vera á Landssjúkrahúsinum, hevur verið, at við miðsavning gerst dygdin betri. Somuleiðis føra politikarar fram, at vælbygda vegakervið ikki forðar fólki at koma til Havnar. Í at kalla øllum ørindum, sjálvt til lækna mitt á nátt, hevur hetta verið ført fram sum røtt próvførsla. Aðrastaðni er hálvur til ein tími lítið at bíða ella at flyta seg í millum deildir og sjúkrahús við serdeildum, og eg eri samd: tað er stutt til Havnar úr Klaksvík. Men hetta strekkið er so tað sama báðar vegir, fyri sjúklingin sum fyri servitan, mær vitandi. Og fyri sjúklingin er flutnings- og viðgerðartíðin avgerandi og veruligur trivnaðarspurningur. Fyri Klaksvíkar Sjúkrahús eigur tað at vera ein sjálvfylgja at kunna hýsa dialysuviðgerð, er hetta forsvarligt.

Veruligt mál ella spæl fyri gallarínum

Fer landsstýrismaðurin at gera álvara av sínum ætlanum, so eigur hann at melda týðiliga út, hvørt trygdin er til staðar í slíkari viðgerð uttan fyri Landssjúkrahúsið. Og ber tað til, so er at lata dialysuviðgerð koma teimum mongu sjúklingunum í Norðurøkinum til góðar. Tað man bera til at hyggja at útjaðaraøkjum aðrastaðni og skipa eina viðgerð, ið er trygg og sum tænir teimum, ið tørva hana. Eins og kvinnur eiga børn í øllum heimsins útjaðaraøkjum.

Eg eri vís í, at talan ikki er um at skaða vælvirkandi dialysuviðgerðina í Føroyum, um henda viðgerð verður boðin norðoyingum í sínum nærumhvørvi. Og henda fyriskipan eigur og skal verða framd við fakligum førleika og fakligari dygd í hásæti og undir skipaðum viðurskiftum, so bæði sjúklingar og læknar eru trygg. Landsstýrismaðurin í heilsumálum eigur at melda klárt og týðiliga út, hvørt hann handlar á tryggum fakligum grundarlagi, ella talan bert er um spenningar upp undir val og spæl fyri gallarínum. Og so er at fáa málið framt!

Óluva Klettskarð