Føroya elsti miðil skal hava nýggjan ábyrgdarblaðstjóra. Fyrsta uppgávan verður at skipa redaktionella partin av stovninum av nýggjum í samráði við starvsfólkini.
Georg L. Petersen segði seg úr starvi sum ábyrgdarblaðstjóri hjá Dimmalætting fyri tíð síðan. Nú søkir Dimma eftir nýggjum ábyrgdarblaðstjóra.
Høvuðsuppgávan hjá ábyrgdarblaðstjóranum verður at menna tilfarið í blaðnum, umframt at samskipa fríyrkistilfar, taka sær av teimum praktisku uppgávunum á redaktiónini, og hava ábyrdina av tilfarsveiting til netmiðilin dimma. fo. Ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting skal standa á odda fyri og varða av virksemi, starvsfólki, og myndugleikauppgávum í samsvari við lógarásetingarnar á økinum. Ábyrgdarblaðstjórin skal kunna vísa á nýggjar leiðir og megna at flyta virkisøkið fram á leið.
Freistin at søkja starvið er 7. apríl og verður sett skjótast gjørligt.



