Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dion umhugsar møguleikarnar

Jákup Ósá

Dion Splidt er ikki partur av nøkrum liði í løtuni eftir, at hann fyri viku síðani gavst á besta liðnum hjá KÍ.

28 ára gamli Dion Splidt spældi við KÍ í fjør, men heldur ikki fram í felagnum. Tað hevur ljóðað, at Skála hevur ligið framvið at fáa hansara undirskrift, men eisini hevur ÍF verið nevnt umframt, at hann eisini møguliga gevst ella fer at spæla við næstbesta liðnum í Klaksvík, har hann býr. Sjálvur sigur Dion Splidt við Norðlýsið í dag, at hann enn onga avgerð hevur tikið um, hvar hann fer at spæla ella um hann fer at spæla. Hann kann tó vátta, at hann hevur takkað nei til sáttmála frá Skála. Hann dugir ikki at siga, hvussu long tíð gongur, til hann hevur tikið eina avgerð um sína fótbóltsframtíð.