Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dokumentarfilmurin “Bakka” í Varpinum í kvøld

Jóhann Lützen

Vegna góðu undirtøkuna til fyrru sýningina, bjóðar Bakkafrost nú til eykasýning av heimildarfilminum “Bakka”, í Varpinum í kvøld kl.19.

 

Seinastu tvey árini hevur journalisturin Óluva Zachariasen saman við myndafólki fylgt nøkrum av okkara eldhugaðu starvsfólkum.

Burturúr hesum er ein dokumentarur gjørdur, sum gevur eitt serligt innlit í, hvat Bakkafrost ger og gerandisdagin hjá okkara starvsfólkum – líka frá røkt av íleggjarum til røkt av laksi.

Tiltakið kl.19 í kvøld er alment og ókeypis. Eingin tørvur er á atgongumerki.

Øll eru vælkomin.