Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómarin hevur altíð rætt

John William Joensen

Hóast dómarin, Rúni Gaardbo, var nærverandi og annars hevði ein góðan dyst so kveistraði hann øll mótmæli frá sær tá Hjálgrím Elttør var feldur beint frammanfyri ásjón dómarans

Hóast dómarin, Rúni Gaardbo, var nærverandi og annars hevði ein góðan dyst so kveistraði hann øll mótmæli frá sær tá Hjálgrím Elttør var feldur beint frammanfyri ásjón dómarans

Dómarin hevur altíð rætt og tað er nyttuleyst at kjakst við dómarar hóast tað eru summir venjarar og leikarar sum gera lítið annað enn at kjakast við dómaran.

Sunnudagin var Hjálgrím Elttør baði hildin og feldur beint uttan fyri brotsteigin hjá ÍF. Hóast hendingin fór fram beint frammanfyri dómaranum – so lat dómarin sum einki og ÍF fór í kontraálop – sum tó einki spurdist burtur úr.

Trupult er mangan at meta um hví dómari ger sum í hesum føri. Var tað tí at hann helt at báðir leikararnir bardust líka nógv um bóltin ella gekk alt fyri seg soleiðis at dómarin ikki sá tað sum fór fram ólógliga?

Eysturoyingar halda saman, lat í síðumanninum tá hendingin fór fram á Djúpumýru, og rætt kann hann hava – men tað verður drútt og ómetaliga kostnaðarmikið at kanna tann pástandin.

Tí dómarin hevur altíð rætt – eins og málstólpin. Hann er púra neutralur, men hóast tað ferð bólturin onkuntíð stólpa-inn og til aðrar tíðir stólpa-út.

Líka nyttuleyst tað er at kjakast við málstólpan er tað at kjakast við dómarar og linjuverjar um tiknar avgerðir. Men dagliga síggja vit leikarar sparka málstólpar og kjakast við dómarar – og hóast hetta hevur sínar orsøkir so er henda siðvenja nyttulig til lítið.