Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dómarin skilti ikki skemt

John William Joensen

Gula kortið var einar 10 ferðir á loftið í dystinum millum B36 og AB leygardagin, og at enda spædi stadionspeekarin sangin “Yellow submarine” hjá The Beatles

Hetta tók dómarin so illa upp at hann steðgaði dystinum og "nevaði" móti skýlinum har stadionspeekarin sat.
Tá sangurin tagnaði var dysturin uppafturtikin.

Ein misskiljing
Heri Simonsen, sum seinastu mongu árini hevur verið stadionspeekari í Gundadali, sigur at talan var um ein misskiljing.
– Tað var soleiðis, at dysturin var avgjørdur. B36 var á odda 4-0, men hóast hetta so má eg taka hattin av fyri viðhaldsfólkunum hjá AB – tí tey hildu á við at stuðla.
– Móti endanum av dystinum fóru tey so at syngja "Vit eru enn í steypakappingini" við lagnum "The Yellow Submarine" – og meðan tey soleiðis syngja – legði eg plátuna á.
– Hetta var als ikki ætlað sum eitt skot til dómaran – men tá hann hendan dagin hevði givið óvanliga nógv gul kort – kendi hann seg provokeraðan.
– Hann steðgaði dystinum og eg skilti á øllum brøgdum, at sangurin mátti steðgast – og tað var so gjørt.

Klagaði um dómaran
– Eg bleiv síðani uppringdur av umboð fyri B36, sum gjørdi greitt, at dómarin hevði klaga til felagið um tilburði.
– Eg havi síðani greitt teimum frá støðuni og at slíkt ongantíð aftur ferð at henda – men eg haldi eisini at dómarin átti at sæð tað stuttliga í hesum, tí sum umboði fyri B36 segði í telefonini, at hetta var stuttligasta klaðan teir vistu um.