Av tí at skipara og navigatørfelagið saman við maskinmeistarafelagnum er í samhugaverkfallið hava vit onga manning, sigur Hans Eli Hansen
Hans Eli Hansen, sum er ein av monnunum sum varðar av skúlaskipinum Dragin, sigur at teir sigla ikki uttan tað er hægst neyðugt.
– Vit eru í tí óhepnu støðu at vegna samhugaverkfall hava vit onga manning og tí sigla vit ikki uttan tað er hægst neyðugt.
– Í gjár vóru vit ein túr í samband við jarðarferð og ein leigutúr við KÍ leikarum, men vit fáa ikki silgt sum støðan er í løtuni.
Ringið til Løgmann
– Telefonin ringir sera nógv men eg royni at biðja fólk um at ringja til løgmann og lokalpolitikararnar, tí vit fáa ikki hjálpt teimum í løtuni, sigur Hans Eli Hansen at enda




