Dragin hevur nógv at gera um summarið, tá ið veðrið er gott
Í dag vóru teir ein túr við fólki frá Tjóðsavninum norðuri á Kallinum.
Hvønn týsdag kl. 18 í summarhálvuni siglir prýðiliga seglskipið, Dragin við ferðafólkum norður um Kalsoynna, og sjálvandi eisini leggur leiðina framvið Kópakonuni
Er nóg kyrt, verður siglt inn í Kallsvík, har tað viðhvørt ikki hoyrist mannamál fyri Ritunum, ið har karra – hetta skal upplivast!
Boðin verður hin navnframa fiskasuppan og kaffi er eisini at fáa á túrinum.
Dragin hevur sítt fasta pláss á Varpabrúnni í Klaksvík. Í minsta lagi 10 fólk, og í mesta lagi 30 fólk skulu til, fyri at túrurin verður gjørdur.
Til ber at tekna seg til túrin á Norðoya kunningarstovu. Ring til 456939, ella send teldupost til info@klaksvik.fo













