Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

”Drillo” er kritiskur móti Noreg

Jákup Ósá

Kendi fyrrverandi norski landsliðsvenjarin Egil ”Drillo” Olsen helt lítið um norska avrikið á Tórsvølli í gjárkvøldið.

Noreg vann 2-0, men gjøgnum allan dystin skapti føroyska liðið stórar málmøguleikar og var sera nær við at javna seint í dystinum.

– Her er sera nógv at seta fingurin á. Tað sum skuffar meg er intensiteturin í verjuspælinum. Vit vóru hepnir at ikki lata inn mál til 1-1. Tað var langt undir ‘’pari’’ og ein av teimum vánaligastu landsytsunum, sum hava spælt, segði Egil Drillo Olsen við norska TV2 eftir dystin.