Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Drotningin í Ribarhúsi

Tekst og myndir: Dávur Winther

Tað var ein stuttlig og annarleiðis listaframsýning eftir Heðin Kambsdal, tey høvdu lánt frá ymiskum eigarum at seta upp í Ribarhúsi, tá ið drotningin var á vitjan har hósdagin.

Flestu málningarnir løgdu upp til eitt skálkasmíl – sum drotning eisini dugdi at lofta. Hon stendur í ymiskum støðum, á fjøllum og í gjávum, men altið er motinið kent fyri hyggjaran.

Eisini hennara sigarett var sloppin við. Drotningin var glað um evnaríka listamannin úr Fuglafirði, Heðin Kambsdal.

Eisini hevði savnarin, Petur Martin Petursen eitt áhugavert bíbliusavn, sum vakti áhugan hjá drotningini, tí tær funnust ikki allar í hennara savni.

Undarligt, at ein “undarligur” fuglfirðingur skuldi eiga slíkar dýrgripir!

Inni í sjálvari krambúðini høvdu tey gjørt eina pútu-framsýning úr rættiliga ymiskum og kreativum sniðum

Framsýningin verður tikin niður í morgin.

Harleyfacadeacryl