Ein lesari var inni á Norðlýsinum nú fyrrapartin og gav ilt av sær um vegirnar í býnum
Og tað er serliga Nólsoyar Páls gøta, ið fær blóðtrýsti í topp og stoytdoyvararnar í botn. Mesti parturin av asfaltinum av Nólsoyar Páls gøtu er fresað vekk og hevur ligið soleiðis í fleiri vikur.
Holurnar eru nú blivnar so stórar at dunnur eru farnar at svimji í teimum, og tá bilar koma so kava tær!, segði ónøgdi lesarin.




