Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dusko Petrusic gjørt sáttmála

Jákup Ósá

Team Klaksvík leikarin hevur verið sannførandi seinastu tíðina.

Dusko Petrusic kom til Team Klaksvík fyrst í hesum árinum. Byrjanin á besta liðinum var kanska ikki so sannførandi, men sum tíðin hevur gingið, so hevur Dusko Petrusic verið meir og meir sannførandi og í nógvum dystum seinastu tíðina hevur hann verið antin greiður toppskjútti ella verið mans vardur og harvið havt avmarkaðar møguleikar at skora nógv mál.

Í kvøld boðar Team Klaksvík frá, at bakkurin hevur gjørt tvey ára sáttmála við klaksvíkingar. Hann kemur – umframt at vera leikari – eisini sum frammanundan at hjálpa til við venjingini hjá yngru deildunum, verður sagt úr Team Klaksvík.

Í myndini síggja vit formannin í Team Klaksvík Hera Johnsson(til vinstru) og Dusko Petrusic(til høgru), sum komandi tvey árini verður í Team Klaksvík.

Mynd: Team Klaksvík