Í dag er lítil vindur – lotið er av útsynningi ella suðuri. Allar veðurstøðir siga frá turrum veðri og at tað yvirhøvur er drigið samanum, men eisini eru sólglottar kring landið.
Meðan dystur er inni í Vika á Argjum seint seinnapartin, er eitt lot, um 5 m/s, av útsynningi og suðuri – t.e. tvørtur um vøllin, frá áskoðaraskýlinum og omaneftir. Lítla vindferðin fer neyvan at ávirka spælið nakað serligt.
Tað er turt, meðan dysturin er – loftið er samdrigið, møguliga onkur sólglotti.
Hitin fer at liggja um 12 til 14 stig.



