Hann lotar av útsynningi í dag, vindferðin 3 til 8 m/s, loftið hálvskýggjað og okkurt ælið er í støðum.
Hetta til dystarbyrjan er ikki nógv broyting at síggja í niðara lufthavinum. So vit framskriva bara veðrið nakrar tímar fram . . . .
Tá ið dystur er seint seinnapartin klokkan 17.15 á Svangaskarði millum B68 og KÍ, er eitt lot av útsynningi – t.e. inn á niðara hornið, har sum húsið er og diagonalt niðaneftir. Gott at sita á sunnaru síðu við rygginum ímóti ættini. Lotið fer at merkjast eitt lítið sindur hjá teimum, sum sita hinumegin – á langsíðuni. Á vøllinum fer lotið neyvan at ávirka dystin nakað serligt, uttanso at bólturin verður sparkaður langt upp í loft.
Tað reka ælingar inn við lotinum, og tað er so ymiskt, hvussu og hvar teir raka. Ikki lætt at gera mun á støðunum kring landið. Vit kunnu rokna við onkrum æli við dystarbyrjan, og so turrveðri til lítið er eftir av dystinum. So aftur okkurt ælið. Óvissan er stór í hesum, men gott at vera í góðum klæðum.
So er bara eftir at ynskja okkum ein góðan dyst – og KOYR Á KÍ.



