Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið Bodø/Blimt – KÍ

Hanus Kjølbro

Av øllum dystum, KÍ hevur leikt í evropeiskari kapping, hevur eingin verið so norðalaga sum dysturin í kvøld. Bodø er norðan fyri polarsirkulin, so sólin er oman fyri sjónarringin alt samdøgrið um summarið. Seinast sólin reis úr havi var 30. mai, og hon setur ikki aftur fyrr enn 12. juli.

Heimavøllurin hjá Bodø/Glimt vendir næstan snórabeint eystur og vestur. Pláss er til 7400 áskoðarar – eitt sindur meiri enn á t.d. Tórsvølli. Áskoðaraplássini eru ikki øll undir taki – við annan endan er opið uppeftir, júst sum á Tórsvølli.

Veðrið í Norðurnoregi, har sum Bodø liggur, er umleypandi eins og í Føroyum. Lágtrýst við vindi og avfalli eru vanlig alt árið.

Í dag og í kvøld er tað slavin luft uttan av havi, sum streymar inn yvir Bodø. Tí er skýggjað og nógvar løtur við avfalli. Líka sum vit kenna tað so væl í Føroyum.

Tá ið dystur er seinnapartin á Aspmyra Stadion í Bodø ímillum Bodø/Glimt og KÍ, er eitt lítið lot av útsynningi, umleið 5 m/s – t.e. diagonalt eftir vøllinum. Hetta er ikki nógvur vindur og fer neyvan at hava nakra ávirkan á spælið.

Spælt verður í dagsljósi, men tó fer sólin ikki at síggjast, tí har er bæði skýggjað og avfall í dag og í kvøld. Samregn ella ælaveður. Hitin fer at liggja um 12 til 14 stig.